140x140

Orkupolitikkur 2004

Arbeiðsbólkur at orða uppskot til orkupolitikk

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, setti á sumri 2004 ein arbeiðsbólk at orða uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar og at gera uppskot til el-veitingarlóg.


Arbeiðssetningur 

1. Endamál
Endamálið við verkætlanini er at orða uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk og elveitingarlóg. Dentur verður lagdur á, at framtíðar orkuútbygging fer fram á ein umhvørvisvarligan hátt , at varandi orkukeldur verða gagnnýttar í mest møguligan mun, at orkusparandi tiltøk verða framd, og at gransking og royndarvirksemi innan tey øki, sum orkupolitikkurin fevnir um, verður stimbrað.

2. Áhugapartar
Her eru nevndir nakrir av høvuðsáhugapørtunum, sum eiga at verða hoyrdir í sambandi við arbeiðið.

• Orkuveitarar
Størstu orkuveitararnir í Føroyum eru: SEV, Sp/F Røkt, P/F Føroya Shell, P/F Statoil Føroyar og P/F Fjarhitafelagið.

Hesir hava hvør í sínum lagi stóran kunnleika til føroysk orkuviðurskifti, ið kunnu koma arbeiðinum til góðar.

• Orkunýtarar
Orkunýtararnir eru ikki í sama mun sum orkuveitararnir savnaðir í bólkar. Tó eru vinnuligu nýtararnir savnaðir í ymsum feløgum. Vinnuhúsið umboðar soleiðis stóran part av vinnuni á landi og Føroya Reiðarafelag vinnuna á sjónum.

Orkunýtarar eru áhugaðir í at fáa so bíliga og trygga orkuveiting sum til ber. Eisini hava teir góðan kunnleika til orkuviðurskifti brúkarans.

• Umhvørvi
Orkuframleiðsla og –nýtsla eru tætt tengd at umhvørvisviðurskiftum. Týdningarmikið er, at atlit verða tikin fyri hesum, og er Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag umboð fyri hesi sjónarmið.

• Vinnumálaráðið og Jarðfeingi
Orkupolitikkur er landspolitisk uppgáva, og eru orkumál málsøkið hjá Vinnumálaráðnum. Ætlanin er, at Jarðfeingi skal umsita orkuøkið.

3. Verkætlanarskipan
Verkætlanin verður skipað við einum arbeiðsbólki við umboðum úr Vinnumálaráðnum og Jarðfeingi. Afturat hesum verður ein hoyringsbólkur skipaður við umboðum úr fyrr nevndu áhugapørtum. Regluligt og formligt samskifti verður millum arbeiðsbólkin og hoyringsbólkin.

4. Uppgávur hjá arbeiðsbólkinum (kommissorium)
Arbeiðsbólkurin skal handa landsstýrismanninum í orkumálum álit, sum fevnir um:

  • Uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar
  • Uppskot til føroyska elveitingarlóg

Arbeiðsbólkurin skal við ávísum millumbilum leggja fram ávegis álit til almenna kunning og til politiska viðgerð.

Arbeiðsbólkurin skal taka upp formligt og regluligt samskifti við hoyringsbólkin, sum umboðar áhugabólkarnar á føroyska orkuøkinum. Harumframt eigur arbeiðsbólkurin at skipa fyri almennari kunning um arbeiðið, so hvørt tað tekur seg fram.

Uppskotini skulu vera væl lýst til tess at stuðla uppundir almenna og politiska viðgerð av uppskotunum til yvirskipaðan orkupolitikk og elveitingarlóg.

Støðan í Føroyum og í teimum londum, vit vanliga samanbera okkum við og eru politiskt tengd at, skal vera lýst í arbeiðinum. Viðurskifti av serligum týdningi í hesum sambandi eru:

  • Framtíðar orkutørvur
  • Veitingartrygd
  • Varandi orkukeldur
  • Kapping
  • Umhvørvisatlit
  • Búskaparligar avleiðingar

Arbeiðsbólkinum verður álagt at gera eina greiða og fullfíggjaða lýsing av omanfyrinevndu økjum í samstarvi við politiska myndugleikan og hoyringsbólkin soleiðis, at endaliga uppskotið hevur besta møguleika at vinna frama.

5. Tíðarætlan
Miðað verður ímóti, at nevnda álit verður liðugt á vári 2006. Ávegis frágreiðingar skulu almannakunngerast og latast landsstýrismanninum til politiska viðgerð á heysti 2004 og 2005.

6. Fígging
Væntandi verða ongar útreiðslur av verkætlanini út yvir vanliga raksturin hjá Vinnumálaráðnum og Jarðfeingi.

Orkupolitikkur 2004